Ongi úrslit

Búskaparfrøðingar og løgfrøðingar fingið nýggjan sáttmála

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Fíggjarmálaráðið øðrumegin, og Búskapar og løgfrøðingafelagið, hava nú skrivað undir nýggjan sáttmála.

Sáttmálin er galdandi í eitt ár - men tey eru nógv seinkað, tí sáttmálin fór úr gildi 1. oktobur í fjør. Sostatt fer hann úr gildið aftur longu 1. oktobur í ár.

Men úrslitið er, at frá 1. oktobur í fjør hækkaði mánaðarlønirnar 3,87 prosent.

Men partarnir eru eisini samdir um at kanna møguleikan fyri at ein partur av eftirlønini skal verða goldin sum løn ístaðin.

Hetta er eitt arbeiði, sum tey miðað at vera liðug við 1. januar, og finna tey eina hóskandi loysn, sum ikki kostar nøkrum av pørtunum nakað, kann tað eisini verða sett í verk 1. januar.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

Í gjár kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

5 tímar síðan

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Hálvvaksnir dreingir stjólu fleiri fløskur

6. juni kl. 09:23

Fleiri túrar um Nólsoyarfjørð

20 tímar síðan