Ongi úrslit

Búskaparráðið: Fleiri tilflytarar bøta um haldførið

Fleiri útlendskir arbeiðstakarar styrkja almennu fíggjarstøðuna. Samstundis finst Búskaparráðið at fiskavirkisskipanini, sum eftir teirra meting heldur arbeiðsmegi aftur frá øðrum vinnum.

© Mitchell Luo / Unsplash.
Koma 200 fleiri útlendskir arbeiðstakarar til Føroya um árið, batnar haldførisávísin úr −4 í nærum −3,5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, vísir frágreiðingin hjá Búskaparráðnum.
Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Koma 200 fleiri útlendskir arbeiðstakarar til Føroya um árið, batnar haldførisávísin úr −4 í nærum −3,5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.

Tað vísir frágreiðingin hjá Búskaparráðnum um fíggjarpolitiskt haldføri 2026. Størri tilflyting minkar sostatt um væntaða fíggjartrotið, men loysir ikki alla avbjóðingina.

Tilflytarar nøkta tørvin á arbeiðsmegi

Í mars 2026 vóru umleið 2.500 útlendskir arbeiðstakarar í Føroyum. Teir vóru átta prosent av arbeiðsmegini.

Sambært ráðnum økja hesir arbeiðstakarar framleiðsluna og nøkta tørvin á starvsfólki. Hóast arbeiðsvirknið er høgt, er lønarlagið lægri enn hjá føroyingum.

Við tíðini kunnu tilflytararnir eisini fáa rætt til almennar veitingar og tænastur. Útreiðslurnar til hesar avmarka fíggjarligu betringina.

Fiskavirkisskipanin fær atfinningar

Ráðið finst serliga at fiskavirkisskipanini, sum veitir starvsfólkum stuðul, tá lítið ella einki arbeiði er á virkjunum.

Sambært frágreiðingini vóru 600 útlendingar í skipanini í 2025. Tað svaraði til 45 prosent av øllum, sum vóru í skipanini.

Ráðið metir, at skipanin forðar arbeiðstakarum í at leita sær til vinnur, har teir kunnu skapa størri virði.

Atfinningarnar snúgva seg sostatt um skipanina. Sjálvt roknistykkið vísir, at fleiri útlendskir arbeiðstakarar bøta um haldførið.

Ráðið mælir til ein innflytarapolitikk, sum tekur atlit at íkastinum til búskapin bæði nú og í framtíðini. Hetta krevur nærri greiningar, staðfestir ráðið.

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

Í gjár kl. 13:11

Fýra mans fingu bót - ein fyri at rætta løgregluni longutong

13. sepember kl. 09:12