Í fleiri ár eru bústaðarprísirnir kring landið hækkaðir skjótari enn tøka inntøkan hjá húsarhaldunum. Tað staðfestir Landsbankin í eini nýggjari frágreiðing.
Tey siga, at tað sum er við til at trýsta prísirnar upp, er, at útboðið er avmarkað samstundis sum at eftirspurningin er stórur.
Í einum stórum parti í landinum eru bústaðarprísirnir hægri í fyrra hálvári í ár samanborið við miðalprísin í 2025.
Fyri eini sethús í Havn var miðalprísurin sjey prosent hægri í fyrra hálvári í ár enn hann var í fjør.
Í størri bygdunum fall miðalprísurin hinvegin við fýra í fyrra hálvári í ár, men í smærru bygdunum hækkaði miðalprísirnir 17 prosent og í Suðuroy og í Sandoy er prísirnir hækkaðir 21 prosent.
Á summum økjum eru so fáar sølur, at einstakar sølur kunnu toga miðalprísin upp, og tí eru tølini eitt sindur óviss.
Seinastu áleið fimm árini eru fleiri íbúðir bygdar og seldar, enn áður. Í størru bygdunum er miðalprísurin á íbúðum hægri nú enn hann er á sethúsum.