Leigunevndin hevur strikað eina leiguhækking í einum leigumáli hjá Bústøðum í Vági.
Nevndin metir ikki, at Bústaðir hava skjalprógvað, at hækkingin var rímilig og sakliga grundað.
Leigan skuldi 1. juli hækka úr 7.832 krónum upp í 7.942 krónur um mánaðin. Sambært Bústøðum svaraði hetta til 109 krónur um mánaðin og 1.315 krónur um árið.
Leigarin kærdi hækkingina til Leigunevndina 3. mars.
Bústaðir vístu á vaksandi útreiðslur
Bústaðir søgdu, at talan var um eina vanliga árliga javning av leiguni á 1,4 prosent.
Stovnurin vísti millum annað á hægri lønar-, vøru- og rentuútreiðslur. Endamálið var sambært Bústøðum at tryggja, at leiguinntøkurnar fylgdu vaksandi rakstrarútreiðslum.
Bústaðir upplýstu eisini, at stovnurin hevur umleið 700 leigumál kring landið, sum verða viðgjørd eftir somu meginreglum.
Leigunevndin kravdi fleiri upplýsingar
Leigunevndin helt ikki, at ein felags prosentvís hækking fyri øll leigumál var nóg væl grundað.
Nevndin bað fleiri ferðir um nágreiniligar upplýsingar um rakstur, viðlíkahald, umsiting, avskrivingar og fígging av bygninginum. Eisini varð biðið um roknskaparupplýsingar fyri fimm ár.
Bústaðir mettu hinvegin, at krøvini vóru ov víðfevnd og ikki viðkomandi fyri málið.
Prógvbyrðan lá hjá Bústøðum
Leigunevndin staðfestir, at próvbyrðan liggur hjá útleigaranum, tá ið leigan skal hækka.
Tá ið Bústaðir ikki løgdu allar umbidnu upplýsingarnar fram, hevði nevndin ikki nøktandi grundarlag fyri at staðfesta, at hækkingin var rímilig.
Nevndin vísir eisini á ábendingar um, at avkastið av bygninginum er hægri enn vanligt fyri ein leigubygning. Tí varð fráboðaða leiguhækkingin strikað.
Avgerðin kann ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika, men málið kann leggjast fyri Føroya Rætt.