Um jólahøgtíðina er altíð nógv ferðsla á flogvøllinum í Vágum. Nógv lesandi uttanlands koma heim at halda jól, føroyingar uttanlands vitja síni kæru og ikki minst koma nógv sjófólk og arbeiðsfólk heim at halda jól. Samstundis eru tað eisini nógv, sum fara uttanlands at halda jól.
Sostatt bæði koma og fara nógv flogfør hesa tíðina. Men jólaferðslan er ikki bara til Føroyar og úr Føroyum, tí tey ferðafólk sum koma og fara, skulu eisini ferðast til flogvøllin, ella av honum.
Í fjør gjørdi Strandferðslan eina royndarskipan, har Bygdaleiðir koyrdi væl fleiri túrar veita eina betri tænastu um jólahøgtíðina, har tað vórðu settir fleiri túrar ímillum flogvøllin og Havnina.
Og aftur í ár fer Strandferðslan at koyra væl fleiri túrar ímillum flogvøllin og Havnina og nú eru tey í ferð við at leggja ferðaætlanina - og hon verður løgd eftir nær flogfør koma og fara.