Ongi úrslit

Bylgjan aftur á pall: Stóra tónleikaverkið verður framført í Løkshøll

Tónleikaverkið Bylgjan verður framført aftur í Løkshøll 7. november eftir stóran eftirspurning síðani frumframførsluna í desember.

© Løkshøll.
Umleið 60 fólk fara aftur á pallin í Løkshøll leygarkvøldið 7. november klokkan 20, tá tónleikaverkið Bylgjan verður framført fyri aðru ferð.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Umleið 60 fólk fara aftur á pallin í Løkshøll leygarkvøldið 7. november klokkan 20, tá tónleikaverkið Bylgjan verður framført fyri aðru ferð. Framførslan verður sama vikuskifti, sum árligi Býarskáin er í økinum.

Verkið varð upprunaliga bílagt av Runavíkar kommunu í sambandi við vígsluna av nýggju svimjihøllini Bylgjuni 29. desember 2025. Svimjihøllin hevði tá verið ávegis í 60 ár.

Niclas Johannesen skrivaði verkið

Sangskrivarin og tónleikarin Niclas Johannesen, sum byrjaði sína tónlistarligu leið á Glyvrum, hevur skrivað bæði orð og tónleik til verkið.

Bylgjan er skrivað fyri kór, blásarar, orkestur, solistar og upprópara. Verkið byggir eisini á persónligar hugleiðingar hjá Niclasi Johannesen um uppvøksturin í kommununi.

Frumframførslan var fyri fullsettari høll. Útvið 60 fólk vóru á pallinum og sungu millum annað í felag: „Hetta er okkara bygningsverk.“ Sambært Runavíkar kommunu var fagnaðurin stórur, og síðani hevur verið eftirspurningur eftir at hoyra verkið aftur.

Prát um tónlistarligu bylgjurnar

Eftir konsertina verður kaffisteðgur og síðani eitt prát við fleiri luttakarar, sum á ymiskan hátt hava tónlistarligar røtur við eystara arm á Skálafjørðinum. Hilmar Jan Hansen verður orðstýrari.

Endamálið er at líta aftur á nakrar av tónlistarligu bylgjunum á fjørðinum seinastu áratíggjuni.

Atgongumerkið kostar 225 krónur umframt 10 krónur í avgjaldi.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

Í gjár kl. 10:07