Ongi úrslit

Bylgjan aftur á pallin: 60 sangarar og tónleikarar savnast í Løkshøll

Tónleikaverkið Bylgjan verður aftur framført 7. november. Óli Poulsen skal ljóðblanda stórverkið, sum Niclas Johannesen hevur skrivað.

© Løkshøll.
Seksti sangarar og tónleikarar fara aftur á pallin, tá stórverkið Bylgjan eftir Niclas Johannesen verður framført í Løkshøll 7. november. Óli Poulsen skal ljóðblanda konsertina.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Seksti sangarar og tónleikarar fara á pallin í Løkshøll leygarkvøldið 7. november, tá stórverkið Bylgjan verður framført fyri aðru ferð. Eftir konsertina verður tónleikaprát við fleiri kendum tónleikarum, sum hava røtur við Skálafjørðin.

Verkið varð fyrstu ferð framført 29. desember 2025, tá nýggja svimjihøllin Bylgjan í Runavík varð vígd. Framførslan vakti stóran ans, og síðan hevur eftirspurningur verið eftir at hoyra verkið aftur.

Óli Poulsen fær úr at gera

Tónleikarin og ljóðmaðurin Óli Poulsen skal ljóðblanda framførsluna. Hann gleðir seg til uppgávuna, ikki minst tí fleiri av hansara nærmastu eru við.

– Eg havi ta gleði at fara upp at mixa hesa konsertina tann 7. nov. Tað verður stak hugnaligt, og bróður og bróðursonur spæla við saman við fleiri av mínum allarbestu vinum, skrivar Óli Poulsen á Facebook.

Hann nevnir eisini tónaskaldið Niclas Johannesen og leggur afturat:

– 60 luttakarar á pallinum, so eg fái nokk at síggja til. Kom og lurta!

Niclas Johannesen hevur skrivað bæði orð og tónleik til verkið, sum er skrivað fyri trý kór, blásarar, orkestur, solistar og upprópara.

Tónleikasøgan við Skálafjørðin

Eftir konsertina verður tónleikaprát við Hilmar Jan Hansen sum orðstýrara.

Við í prátinum verða Edmund Jacobsen, Hjalti Joensen, Jóhannus Steingrund, Kári Sverrisson, Niclas Johannesen, Óli Poulsen, Hans Poulsen og Áron Poulsen.

Prátað verður um tónleikalívið við Skálafjørðin seinastu áratíggjuni.

Konsertin byrjar klokkan 20.00. Atgongumerkini fáast her.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30