Ongi úrslit

Charlotte vann snarrøðukappingina fyri granskarar

Charlotte Géraldine Amannt, sum er ph.d.-lesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, vann seinnapartin snarrøðukappingina á ársins Vísindavøku

setur.fo
1 tími síðan

- Ikki er tað lætt at miðla áralanga gransking upp á hálvan triðja minutt!

M.a. soleiðis innleiddi Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, tá snarrøðukapping var millum ungar granskarar á ársins Vísindavøku í Kongshøll.

Kappingin snýr seg um, at granskarar fáa 150 minuttir til at greiða væl frá sínari gransking. Síðani viðgjørdi dómsnevndin, hvør skuldi vinna kappingina, og hana vann Charlotte Géraldine Amannt, sum er ph.d.-lesandi á Náttúruvísindadeildini á Setrinum.

 "Ein ósjónlig hóttan" var heitið á framløguni hjá Charlotte, sum granskar í eiturevnum frá algum í sjónum.

Vit ynskja Charlotte hjartaliga til lukku við snarrøðukappingini og bestu eydnu við framhaldandi ph.d.-granskingini!

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

Í gjár kl. 13:41

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Tá sporlið stýrir høvdinum

17 tímar síðan

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49