Christa Pike, sum er dømd til deyða fyri morð, er ill og ørkymlað, eftir at hon yvirlivdi eina miseydnaða avrætting í amerikanska statinum Tennessee 30. september.
Tá hon vaknaði á sjúkrahúsinum, vóru fyrstu orð hennara sambært sakføraranum Randy Spivey:
– Hvar eri eg? Hvørji eru tit?
Sambært BBC hevði Pike fingið tvær innspræningar við evninum pentobarbital, sum verður brúkt til avrættingar. Men hon doyði ikki.
Serfrøðingar og sakførarar hennara halda, at tilburðurin er eindømi í USA.
Hildu, at hon var heiladeyð
Í fleiri dagar hildu sakførararnir, at Pike var heiladeyð. Men týsdagin fór hon óvæntað at tosa.
Hon er framvegis álvarsliga sjúk. Báðir armarnir eru illa hovnir, hon hevur blóðtøpp í øðrum arminum og lungnabruna. Hon fær heldur ikki svølgt.
Sambært sakførarunum er hon bundin á hondum og fótum í sjúkrahússongini.
Allar avrættingar steðgaðar
Mikudagin gav ein dómari myndugleikunum boð um at varðveita øll prógv frá miseydnaðu avrættingini, millum annað sproytur, slangur og skjøl.
Ríkisstjórin í Tennessee, Bill Lee, hevur steðgað øllum avrættingum í statinum restina av árinum og krevur at fáa greiðu á, hvat gekk galið.
Leiðarin fyri fongsulsverkið hevur boðað frá, at hann leggur frá sær.
Christa Pike varð dømd til deyða fyri at hava pínt og dripið 19 ára gomlu Colleen Slemmer í 1995 saman við táverandi sjeika sínum.
Pike var tá 18 ára gomul.