Ongi úrslit

COVID-19: Føroysk gransking varpar ljós á langtíðarárin

Ein lítil, men týðandi bólkur av føroyingum hevur framvegis sjúkueyðkenni tvey ár eftir COVID-19. Tað vísir nýggj ph.d.-ritgerð hjá Gunnhild Helmsdal. Fleiri hava sjúkueyðkenni í fleiri ár

Fríggjadagin 12. juni verjir Gunnhild Helmsdal ph.d.-ritgerðina Long COVID in the Faroe Islands í Kongshøll í Havn.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Fríggjadagin 12. juni verjir Gunnhild Helmsdal ph.d.-ritgerðina Long COVID in the Faroe Islands í Kongshøll í Havn. Ritgerðin byggir á tríggjar granskingar um langt COVID í Føroyum.

Úrslitini vísa, at hóast flestu fólk koma fyri seg eftir COVID-19, hava summi framvegis sjúkueyðkenni langt eftir smittuna. Í einari kanning tvey ár eftir smittu svaraði meira enn triðingurin, at tey framvegis høvdu sjúkueyðkenni. Tey vanligastu vóru møði, høvuðpína og mistur luktur ella smakkur.

Kvinnur og nógv sjúkueyðkenni geva størri váða

Granskingin vísir eisini, at fólk við longum COVID høvdu nógv fleiri sjúkueyðkenni enn fólk, sum ongantíð vóru smittað. Serliga vóru møði og trupulleikar við hugsavnan og minni vanlig.

Sambært ritgerðini vóru sterkastu tekinini um váða fyri longum COVID, at fólk høvdu nógv sjúkueyðkenni undir sjálvari sjúkuni, og at tey vóru kvinnur. Ein kanning vísti harumframt á samband millum langt COVID og broytt koagulatiónsvirði í blóðinum.

Ritgerðin staðfestir tó, at tað framvegis er trupult at finna ein álítandi biomarkør fyri langt COVID.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Løtumyndir - Mentanarnáttin á Tvøroyri

31. mai kl. 17:02

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

Í gjár kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Sær gott út, men ilt at meta um hvussu summarið endar

31. mai kl. 18:00