Ongi úrslit

Cristiano Ronaldo revsaður: Fór í øðini frá landsliðnum og fær leikbann

Cristiano Ronaldo er settur í leikbann, eftir at hann fór frá portugisiska landsliðnum í øðini undan dystinum móti Danmark.

© Wikipedia.
Cristiano Ronaldo fór í øðini frá portugisiska landsliðnum, tí hann var ónøgdur við spælitíðina. Nú er stórstjørnan revsað við leikbanni, sum kann vara í seks mánaðir.
Edmund Jacobsen
8 tímar síðan

Portugisiska fótbóltsstjørnan Cristiano Ronaldo er sambært ítróttamiðlinum ESPN revsaður av portugisiska fótbóltssambandinum, eftir at hann fór frá landsliðnum undan dystinum móti Danmark 1. oktober.

Orsøkin var sambært fráboðanunum, at 41 ára gamli Ronaldo var í øðini um, at hann hevði fingið ov lítla spælitíð.

Hendingin vakti stóran ans, og Ronaldo skrivaði síðani eina longri frágreiðing á Instagram. Har viðgekk hann, at hann átti at fáa eina revsing fyri framferð sína.

Kann fáa seks mánaða leikbann

Portugisiska fótbóltssambandið hevur reglur, sum áseta, at spælarar sjálvvirkandi fáa leikbann, um teir nokta at vera við á landsliðnum.

Revsingin kann vera frá einum upp í seks mánaðir.

Enn er ikki avgjørt, hvussu leingi Ronaldo skal sita uttanfyri. Ein aganevnd skal taka endaliga avgerð um longdina á leikbanninum.

ESPN metir tó, at tað er ósannlíkt, at Ronaldo fær seks mánaða leikbann. Miðilin vísir á alt tað, sum hann hevur avrikað fyri portugisiska landsliðið.

Leikbannið rakar undan landsdystum

Portugal skal spæla móti Wales 14. oktober og Danmark 17. oktober.

Leikbannið setur tí spurnartekin við luttøkuna hjá Ronaldo í komandi landsdystunum.

Fær hann stytstu revsingina, sum er ein mánaður, verður hann heldur ikki tøkur til dystirnar í oktober, um leikbannið verður roknað frá hendingini 30. september.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Tannlæknastova í hálva øld

4. oktober kl. 07:55