Ongi úrslit

Dagstovnar fáa nú betri ljóðviðurskifti

Býráðið hevur sett 3,5 mió. krónur av til hetta arbeiðið, sum fer at gera arbeiðsumstøðurnar á dagstovnum betri

torshavn.fo
15. apríl kl. 15:58

Sáttmáli varð í dag undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og JEP Smíð um arbeiðið at betra um ljóðviðurskiftini á dagstovnum í kommununi.

Býráðið hevur sett 3,5 mió. krónur av til hetta arbeiðið, sum fer at gera arbeiðsumstøðurnar á dagstovnum betri.

Talan er í fyrstu atløgu um 11 dagstovnar, sum nú fáa betri ljóðviðurskifti. Ætlanin er, at alt hetta arbeiðið skal vera liðugt áðrenn ársskiftið.

Ætlanin er eisini at gera eitt nýtt útbjóðingarumfar fyri 12 dagstovnar afturat seinni í ár.

Frá vinstru: Jóan Petur Hentze (kommunustjóri), Heidi Lava Elgeirsdóttir (forkvinna í mentamálanevndini), Jacob Eli Poulsen (stjóri í JEP Smíð), Elsa Berg (borgarstjóri), Fríður P. Dalsgarð (tekniskur stjóri), og Johan Syderbø (leiðari á bygningsdeildini)

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14