Aftur í gjár var løgreglan úti um seg og kannaði ferðsluna og tað bleiv dýrt fyri tveir bilførarar.
Løgreglan sigur, at í gjáramorgunin varð ein bilur steðgaður í Havn og tá ið tey kannaðu bilføraran, vísti tað seg, at hann var ikki edrúur. Sostatt er blóðroynd tikin av honum og úrslitið av henni verðurso avgerðandi fyri, hvussu revsingin verður.
Á Kaldbaksvegnum varð ein bilførari tikin í gjár fyri at koyra 122 kilometrar um tíman og hann missur koyrikortið, umframt at hann fær nakrar túsund krónur í bót.
Á sama strekki varð eisini ein annar bilførari tikin fyri at koyra 106 kilometrar um tíman, so hann fær klipp í koyrikortið, umframt at hann fær eina bót upp á nakrar túsund krónur.