Í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at, at eitt vegatrekki á Æðuvíkarvegnum var dálkað við olju. Løgreglan sigur, at vegurin varð spulaður og reinsaður, men tey funnu eisini fram til, hvør tað var, sum hevði dálkað vegin.
Løgreglan sigur, at talan var um ein lastbil við einum oljutanga í lastini. Tangin var ikki tømdur, so tað skvampaði yvir og niður á vegin meðan hann koyrdi.
Bilføraðin varnaðist sjálvur, at tangin ikki var heilt tóm og at tað skvampaði á vegin, so hann fekk IRF at tøma hann og at spula vegin, Løgreglan sigur, at nú stendur tað so til partarnar at gera av, hvør skal hava rokningina fyri tað.
Tað eru harðar revsingar fyri at dálka sjógv við olju, men tær eru ikki galdandi fyri oljudálking á landi.