Ongi úrslit

Danmark í ES-toppinum: 90 milliardir krónur í almennum avlopi

Danmark hevði næststørsta almenna avlopið í ES í 2025. Samstundis minkaði danska ríkisskuldin, meðan skuldin í ES sum heild vaks.

© Lindsay Martin / Unsplash.
Danmark skarar framúr í ES. Við 90 milliardum krónum í almennum avlopi og minkandi ríkisskuld stendur Danmark fíggjarliga sterkari enn flestu ES-londini.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Danmark hevði eitt alment avlop upp á 90,2 milliardir krónur í 2025. Tað svarar til 2,9 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ).

Bara Kýpros hevði størri avlop í mun til BTÚ, nevniliga 3,6 prosent.

Tað vísa nýggj tøl frá Danmarks Statistik.

Meðan Danmark hevði stórt avlop, hevði ES sum heild eitt hall á 3,1 prosent av BTÚ.

Bara fimm av teimum 27 ES-londunum høvdu avlop í almenna búskapinum.

Harumframt megnaðu 17 lond at halda hallið undir ella á markinum á trimum prosentum av BTÚ.

Danska ríkisskuldin minkaði við 45,1 milliardum krónum í 2025 og var 847,7 milliardir krónur við árslok.

Skuldin svaraði til 27,2 prosent av BTÚ, samanborið við 81,5 prosent í ES sum heild.

Danmark var eitt av bert fýra ES-londum, har almenna skuldin minkaði í krónum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30