Ongi úrslit

Danmark keypir nýggj flogfør: Skulu styrkja eftirlitið í Norðuratlantshavi og Arktis

Danmark hevur fyribils gjørt av at keypa tvey Boeing P-8A Poseidon-flogfør, sum skulu styrkja donsku hernaðarligu nærveruna í Arktis og Norðuratlantshavi.

© Boeing
Týskarar hava eisini keypt Boeing P-8A Poseidon flogfør (týkst flogfar avmynda).
Edmund Jacobsen
7. juli kl. 21:30

Danmark tekur nú eitt stórt stig í hernaðarligu uppbyggingini í Arktis og Norðuratlantshavi.

Eftir tilmæli frá verjustjóranum hevur danska verjumálaráðið fyribils gjørt av at keypa tvey sjópatruljuflogfør av slagnum Boeing P-8A Poseidon. Flogførini eru framkomin og hava útgerð til kavbátaeftirlit. Tey kunnu eisini eyðmerkja og berjast ímóti fíggindaligum herflotadeildum.

Eftirlit og tilbúgving skulu styrkjast

Sambært danska verjumálaráðnum skulu flogførini styrkja eftirlitið, tilbúgvingina og hernaðarligu megina í tín arktiska økinum.

Verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, sigur, at keypið er ein týðilig fráboðan um, at Danmark tekur felags NATO-uppgávuna í álvara.

Verjustjórin, Michael Wiggers Hyldgaard, vísir á, at Danmark skal kunna verja allar partar av ríkinum, eisini arktiska og norðuratlantiska økið.

Kanna samstarv við NATO-land

Danska verjan kannar nú møguleikan fyri samstarvi við eitt NATO-sambandsland um flogførini.

Eitt slíkt samstarv kann fevna um felags eind, innkeyp, rakstur, viðlíkahald og venjing. Flogførini skulu fyrst og fremst brúkast í Arktis og Norðuratlantshavi.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

Í gjár kl. 23:20

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

6 tímar síðan

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Búskaparráðið: Samgongan ger beint øvugt av tí sum er rætt at gera

Í gjár kl. 08:36

Skuldsetur fyri at vísa seg fyri teimum í svimjihøllini

16. oktober kl. 08:18