Ongi úrslit

Danmark satsar stórt upp á vitlíki: Verjan fær egna miðstøð

Danska verjan stovnar nýggja vitlíkismiðstøð, sum skal gera landið minni bundið at útlendskum veitarum.

© Dimmalætting / Edmund Jacobsen
Myndin er gjørd við vitlíki.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Danska verjan fær nú sína egnu vitlíkismiðstøð. Málið er greitt: Danmark skal vera millum fremstu lond í heiminum at menna og brúka vitlíki í verjuni. 

Tað sigur Paul Østergaard, sum er virkandi leiðari fyri nýggju miðstøðina. Sambært honum hevur Danmark ein stóran fyrimun, tí landið longu er eitt av mest talgildu samfeløgunum í heiminum, skrivar DR.

Meira enn dronur og vápn

Vitlíki í hernaðarligum høpi snýr seg ikki bara um dronur ella sjálvvirkandi vápn. Nýggja miðstøðin skal kanna, hvar vitlíki kann gera størstan mun í verjuni.

Talan kann eitt nú vera um ráðlegging ella viðgerð av teimum stóru dátunøgdunum, sum verða savnaðar á einum nútímans vígvølli.

Skal samstarva breitt

Miðstøðin skal samstarva við útbúgvingarstovnar, universitet og fyritøkur. Hon hevur eisini fingið atgongd til donsku risatelduina Gefion.

Ætlanin er at hava umleið 30 starvsfólk fyri árslok. Men málið er samstundis, at miðstøðin verður óneyðug um nøkur ár, tí vitlíki tá skal vera ein natúrligur partur av dagliga virkseminum í donsku verjuni.

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

16 tímar síðan

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17