Ongi úrslit

Danny & The Veetos á pall á Tvøroyri - og tað er ókeypis at fara at lurta

Sama dag útvega teir eitt nýtt lag

Áki Bertholdsen
9. mai 2025 kl. 14:09

Fríggjadagin 30. mai, er mentanarnátt á Tvøroyri og eitt høvuðstiltak í tí sambandi, er at tá fer navnframi bólkurin, Danny & The Veetos á pall á Tvøroyri.

Teir trinu á føroyska tónleikapallin í 2013 og tað var næstan beinanvegin, at teir vórðu fólkaogn, sigur Tvøroyrar kommuna í tíðindaskrivi.

– Við sínum væl ljóðandi, lívsglaða tónleiki, og frálíku røddini hjá sangaranum Danny Baldursson, bergtók bólkurin áhoyrararnar, siga tey.

Løg sum ”Sunnukvøld í mai”, ”Alright”, ”Farvæl” og ”stúr ei meir”, duga næstan øll.

Sama dag geva teir eitt nýtt lag út og tað verður sjálvandi eisini at hoyra.

Konsertin er í miðbýnum á Tvøroyri - og hon er ókeypis.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

Í gjár kl. 13:41

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Tá sporlið stýrir høvdinum

Í gjár kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49