Føroyskir granskarar kunnu nú søkja um stuðul úr granskingarskránni MARiNAO, sum danska stjórnin fíggjar. Hvør verkætlan kann fáa upp til fimm milliónir krónur. Tað upplýsir Granskingarráðið.
Endamálið er at styrkja granskingarsamstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark.
Serligur dentur verður lagdur á havstreymar, veðurlagsbroytingar og lívið í Norðuratlantshavi.
Broytingarnar í havinum kunnu fáa stórar avleiðingar fyri fiskivinnuna, lívfrøðiliga margfeldið og samfeløg, sum eru bundin at havinum.
Granskingin skal serliga fevna um havleiðirnar millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland.
Væntandi fáa tríggjar granskingarverkætlanir stuðul. Umsóknarfreistin er 17. mars 2027 klokkan 12 føroyska tíð.
Harumframt eru 600.000 krónur tøkar til ferðastuðul í 2026 og 2027. Hvør persónur kann fáa upp til 30.000 krónur til ráðstevnur og annað virksemi í sambandi við granskingarverkætlanir.