Ongi úrslit

Danska stjórnin vil geva fótleinkju til ódømd

Tað skal verða nokk at man er mettur vandamikil og radikaliseraður

© Danske Fængsler
Jóhanna Højgaard
4. august kl. 09:21

Danska stjórnin fer, sambært Tv2, at leggja fram eitt lógaruppskot, sum kann gera tað møguligt at seta elektroniska fótleinkju og onnur eftirlitstiltøk í verk móti persónum, sum ikki eru dømdir fyri lógarbrot, men sum verða mettir at vera serliga vandamiklir og radikaliseraðir.

Hetta váttar løgmálaráðharrin Nicolai Wammen frá Socialdemokratiet í einum skrivligum svari til Politiken, eftir at lógaruppskotið fleiri ferðir er útsett, seinast orsakað av fólkatingsvalinum í mars.

Sambært uppskotinum fara dómstólarnir at kunna áleggja millum annað GPS-fótleinkju, uppihalds- og samskiftisbann, umframt skyldu at møta hjá løgregluni.

Sambært Politiken metir PET(Politiets Efterretningtjeneste), at 10 til 15 persónar um árið fara at verða fevndir av skipanini.

Lógaruppskotið hevur møtt hvøssari atfinning frá millum øðrum Justitia, Advokatsamfundet, Landsforeningen af Forsvarsadvokater og Dommerforeningen.

Atfinningarnar vísa á, at fólk kunnu verða løgd undir víðgongd eftirlitstiltøk uttan at vera dømd, og at hetta kann seta grundleggjandi rættartrygdarreglur og borgarafrælsi undir trýst.

Stjórnin heldur fast við, at endamálið er at fyribyrgja yvirgangi og verja borgararnar móti persónum, sum sambært myndugleikunum kunnu vera ein álvarslig trygdarváði.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

21 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39