Undirvísingarstýrið hevur sett Tóru Petersen í starv sum deildarleiðara fyri sernámsfrøðiliga økið frá 1. august 2026.
Tóra er útbúgvin sálarfrøðingur og hevur ph.d.-prógv í sálarfrøði. Hon hevur drúgvar royndir bæði sum sjálvstøðugur sálarfrøðingur og frá ymiskum almennum stovnum.
Seinasta árið hevur hon verið virkandi stjóri í Sernámi, og frammanundan var hon í fimm ár trivnaðarráðgevi hjá Námi.