Ongi úrslit

Demenssjúka rakar eisini yngri: Tórshavn setur 2,5 milliónir krónur av til hjálp

Tórshavnar kommuna setur umleið 2,5 milliónir krónur av til tænastur fyri fólk, sum fáa demenssjúku, áðrenn tey koma í pensjónsaldur.

© Tórshavnar kommuna.
Demenssjúka kennir ikki aldur. Tórshavnar kommuna setur umleið 2,5 milliónir krónur av til tænastur fyri fólk, sum verða rakt av demenssjúku, áðrenn tey koma í pensjónsaldur. Myndin er av Demensdeplinum á Tjarnagarði.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Tórshavnar kommuna tryggjar nú fígging til tilboð og tænastur fyri fólk við demenssjúku undir pensjónsaldri. Kommunan skal sjálv rinda umleið ein triðing av útreiðslunum.

Nýggj fígging til demensøkið

Løgtingið hevur samtykt, at kommunurnar ikki longur skulu rinda rakstrarstuðul til lærlingaundirvísing til landið. Pengarnir skulu í staðin brúkast til tænastur fyri fólk við demenssjúku undir pensjónsaldri.

Fyri Tórshavnar kommunu er talan um 1,656 milliónir krónur. Upphæddin svarar til umleið tveir triðingar av samlaða kostnaðinum.

Kommunan rindar sjálv tað, sum restar í.

Óheppið uppgávubýti rakti familjur

Tá kommunurnar yvirtóku eldraøkið frá landinum í 2015, fylgdi størsti parturin av demensøkinum við.

Men uppgávubýtið fyri fólk, sum fingu demenssjúku fyri pensjónsaldur, var óheppið. Sambært kommununi hevur hetta rakt bæði tey sjúku og avvarðandi teirra hart.

Frá 1. januar 2026 varð alt demensøkið savnað hjá kommununum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07