Ongi úrslit

DJ Maria Fagranes á Summar Festival

Hon dregur fjøldina at sær og skapar intensar tónleikaupplivingar

Tíðindaskriv
7. mai kl. 00:30

Hon vinnur alt meira fram sum DJ á elektroniska pallinum í Danmark, og við orkufullum og dansieggjandi ljóði ger hon alt meira vart við seg.

DJ Maria Fagranes spælir eitt litríkt bland av øsandi og melodiøsum techno, afro house og kendum popptónum. Hon dugir at skapa eina fangandi ferð frá djúpum og pumpandi rytmum til hæddarsveimandi hittløtur.
Seinasta árið hevur Maria Fagranes spælt á fleiri tiltøkum í Keypmannahavn. Hon var við á "Untamed Jungle" hjá Kristian von Hornsleth og á "Southlab" í Poolen, umframt at hon hevur undirhildið á undirgrundklubbanum Mondule, har hon eisini verður at hoyra í sambandi við Copenhagen Distortion festivalin í summar. Hon hevur eisini spælt til nógv privat og almenn tiltøk og hevur framført saman við øðrum kendum DJ'um.

Maria Fagranes er kend fyri sína nærveru, hon dregur fjøldina at sær, og hon skapar eitt heilt serligt samband við áhoyrararnar. Hennara sett eru ikki bara tónleikur – tey eru ein næverandi uppliving, har tú kanst fara við rytmum og stemningi og fáa eina intensa og gevandi tónleikauppliving.

DJ Maria Fagranes framførir í Tjaldinum á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

20 tímar síðan

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17