Ongi úrslit

Mary drotning hevur mist pápa sín

Jóhanna Højgaard
12. apríl kl. 12:00

-Hjartað er tungt og tankarnir eru gráir, skrivar Mary drotning millum annað, í sambandi við deyða pápans.

John Donaldson sum gjørdist 84 ára gamal, hevur sambært Kongshúsinum, verið týðiliga ávirkaður av sínum høga aldri í langa tíð.

John Donaldson búði í Danmark í nøkur ár, har hann starvaðist sum professari.

-Elskaði pápi mín er deyður. Men eg veit, at tá sorgin minkar, fara minnini at lýsa, og tað, sum sterkast verður eftir, er kærleikin og takksemi fyri alt, sum hann gav mær og lærdi meg, stendur víðari í skrivinum.

Tað eydnaðist drotningini at síggja pápa sín fyrr í ár, tá kongshjúnini vóru í Avstralia í mars.

Mynd: Kongehuset

Í sambandi við, at John Donaldson er deyður, upplýsir Kongshúsið eisini, at í eitt tíðarskeið verður møguligt at senda persónlig samkensluboð til Mary drotning, umvegis teirra heimasíðu

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

19 tímar síðan