Ongi úrslit

Effo fær umhvørvisgóðkenning: 20 milliónir litrar skulu goymast í nýggjari goymslu í Søldafirði

Mikudagin gav Umhvørvisstovan P/F Effo umhvørvisgóðkenning til eina nýggja oljugoymslu Niðri á Sandi í Søldarfirði. Nýggja goymslan skal taka ímóti, goyma og avskipa diesel, gassolju, bensin og Jet A-1.

© Umhvørvisstovan.
Kort yvir komandi oljugoymsluna hjá Effo niðri á Sandi í Søldarfirði.
Edmund Jacobsen
14. mai kl. 08:30

Verkætlanin kemur í staðin fyri verandi oljugoymslu í Søldarfirði, sum sambært umsóknini er gomul og nærkast endanum á síni livitíð.

Nýggja oljugoymslan verður bygd á útfyltum havnalagi og fer at hava tilsamans sjey tangar býttar í tríggjar tangagarðar. Samlaða mest loyvda goymslan verður 20.000 rúmmetrar, svarandi til 20 milliónir litrar av oljuúrdráttum.

Sjey tangar og nýggj lessirampa

Verkætlanin fevnir um tríggjar tangagarðar við sjey tangum. Tríggir tangar á 5.000 rúmmetrar skulu nýtast til diesel og gassolju, meðan fýra smærri tangar á 1.250 rúmmetrar skulu nýtast til bensin og Jet A-1.

Harumframt skal Effo byggja nýtt áfyllingarøki til tangabilar, ventilhús á bryggju og bygning við verkstaði, goymslu og umsiting.

Tangaskip skulu leggja at oljukajini í Søldarfirði og pumpa olju upp í tangarnar gjøgnum ventilhús og rørskipanir. Tað verður eisini møguligt at fylla olju á tangabilar frá nýggju lessirampuni.

Dentur lagdur á trygd og dálking

Umhvørvisstovan skrivar, at størsta vandin við virkseminum er oljudálking í sambandi við leka ella óhapp. Tískil eru fleiri treytir settar fyri at minka um vandan.

Millum annað skulu tangagarðar kunna halda oljuspill aftur, og alt spillivatn frá økinum skal fara gjøgnum oljuskiljara við sjálvvirkandi læsing og ávaringarskipan.

Effo skal eisini hava mannagongdir fyri tilbúgving, eftirlit og umhvørvisstýring. Fyritøkan skal gera váðameting og tilbúgvingarætlan í seinasta lagi í 2027.

Umhvørvisstovan hevur sett fleiri treytir

Umhvørvisstovan hevur sett ítøkilig krøv til óljóð, spillivatn, burturkast og trygdarskipanir. Millum annað skulu tangar hava fleiri alarmskipanir fyri at forða yvirfylling, og øll øki við olju skulu vera oljutøtt.

Sambært góðkenningini skal Effo eisini hava regluligt eftirlit við tangum, rørleiðingum og reinsiskipanum. Tangar skulu kannast innan og uttan fimta hvørt ár.

Kærufreistin fyri avgerðina er fýra vikur frá almennari kunngerð.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

13 tímar síðan