Undir Seinna Heimsbardaga tændi bretski flogmaðurin Ronald Gordon Bailey hjá bretska flogvápninum Royal Air Force (RAF) og var eisini eitt skiftið í hertænastu í Vági.
Ronald fekk saman við øðrum tað serliga uppgávu at seta upp LORAN-A (Long Range Navigation) støðir, sum var ein liður í verjuskipanini hjá sameindu hermegini. Skipanin skuldi bæði vegleiða egnum skipum og flogførum og eisini siga neyvt hvar fremmand skip og flogfør vóru á leiðini. LORAN-A støðir vórðu settar upp soleiðis at alt Norður Atlantshav frá útnyrðingshorninum í Afrika og heilt til Norður Amerika varð knýtt saman í eitt net.
Eftir eitt tíðarskeið við upplæring í USA gekk leiðin hjá Ronald og starvsfeløgunum fyrst til Marokko, har ein LORAN-A støð varð sett upp í Rabat. Síðani gekk til leiðin til Føroyar, til Vágs, har LORAN-A støð varð sett upp uppi á Eggjunum í Vági.
Ronald var í Vági í tíðarskeiðinum 1944 til 1946, og við sær á ferðini hevði Ronald eitt myndatól av slagnum Kodak. Bæði í Marokko og í Føroyum tók Ronald nógvar myndir, men ongin vistu um hesar myndirnar fyrr enn 80 ár seinni – í 2025 – meiri um tað niðanfyri.
Droymdi um at vitja aftur í Vági
Ronald hevði verið giftur í minni enn seks mánaðir, tá Seinni Heimsbardagi byrjaði, og hann varð stutt eftir hetta innkallaður til hertænastu hjá RAF.
Ronald kom aftur til Bretlands í mai í 1946, og hóast flestu menn, sum vórðu sendir í kríggj, ikki tosaðu nógv um støðini, har teir høvdu tænt, so tosaði Ronald nógv um tíðina í Vági og minnist hana sum eina sera góða tíð í sínum lívi, har hann og restin av bretska herliðnum vóru sera væl móttiknir.
Sonurin, Neil Bailey fekk serligan áhuga í bæði bretsku hernaðar søguni og í tíðini hjá pápanum undir Seinna Heimsbardaga. Í bandaðari frásøgn, sum er gjørd í 1981, greiður Ronald frá tíðini í Vági. Ronald hevði eisini eitt stórt ynski um at vitja aftur í Vági og takka teimum nógvu, sum teir lærdu at kenna undir krígnum, meðan tey framvegis vóru á lívið.
Ronald hevði hildið sambandið við eina familju í Vági, og minnist Neil, at hann sum barn ofta varð avmyndaður í bundnari føroyskari troyggju, sum familjan í Føroyum hevði sent teimum í Bretlandi.
Í nógvu frásøgnum um tíðina í Vági, nevndi Ronald tó ongantíð nakað um myndirnar.
Í 1984 løgdu Ronald og sonurin Neil ætlan um at fara til Vágs á vitjan á sumri í 1985. Men óvæntað doyði Ronald á vári í 1985 og ferðin gjørdist tí av ongum.
Myndirnar koma undan kavi
Mamma Neil doyði 100 ára gomul í 2014 og á loftinum hjá henni vóru fleiri eskjur við tingum eftir hana og Ronald. Ein eskja var eftir Ronald, sum familjan tó ongantíð hevði latið upp. Hendan eskjan varð ístaðin flutt á loftið hjá Neil og konuni.
Í 2017 andaðist kona Neil eftir stutta sjúkralegu. Konan hevði havt undir hond alt sum stóð á loftinum og tá Neil so fór at rudda út í 2025, kom hann aftur fram á eskjuna hjá pápanum.
Tá varð eskjan tikin niður av loftinum og latin upp. Í eskjuni var millum annað ein lítil metal-skjátta. Í skjáttuni lógu nógvar smáar myndir, nakrir føroyskir pengaseðlar og fleiri aðrir lutir – og hevði hetta helst ligið í skjáttuni órørt í út við 80 ár.
Neil gjørdist rættiliga bilsin um, at pápin ongantíð hevur sagt nakað um myndirnar. Hann avmyndaði nakrar myndir og legði eina inn á Google Lens og tað gjørdist beinanvegin greitt, at talan var um mynd av Vágs kirkju og at flestu myndirnar vóru úr Vági.
Á vári 2026 avmyndaði Neil fleiri myndir og fann fram til bólkar á Facebook, sum hava við Føroyar og Seinna Heimsbardaga at gera. Myndirnar vórðu lagdar út við stuttari frágreiðing um pápan, sum var í tænastu hjá RAF í Føroyum undir Seinna Heimsbardaga – og myndirnar endaðu eisini á Facbook síðuni Gamlar myndir úr Vági, sum Vágs Sóknar Bygdasavn varir av.
Fáa samband við Neil
Eftir at myndirnar komu undan kavi settu vit í Vágs Sóknar Bygdasavni okkum í samband við Neil umvegis teldupost, sum eisini gav okkum eitt telefon-nummar. Eftir teldupost-samskiftið ringdu vit til hann ein góðveðursdag í apríl. Í hinum endanum svarar ein vinarlig rødd “hello Dennis” – og hetta bleiv byrjanin til eitt prát um myndirnar hjá pápa Neil.
Neil greiddi frá, at hann vildi fegin lata myndirnar og lutirnar til Vágs Sóknar Bygdasavn, og hann hevði longu lagt ætlarnir um at vitja Føroyar og Vág í summar.
Vit greiddu honum frá, at jóansøka var í Vági í juni og at Bygdasavnið tá vanliga hevði framsýning. -Og vit hildu tað verða eitt gott høvið at fáa prenta myndirnar hjá pápanum í størri útgávum og so skipa framsýning í Stóra Pakkhúsi, sum Vágs Sóknar Bygdasavn eigur. Hesa ætlan tók Neil undir við og farið varð undir at fyrireika ferðina til Føroyar og myndaframsýningina.
“Myndirnar eru endliga har tær eiga heima”
Fríggjadagin á jóansøku lat framsýningin upp í Stóra Pakkhúsi og var opin alla jóansøkuna.
Neil greiddi eftir at framsýningina lat aftur fríggjakvøldið frá, at hann vanliga ikki er ein persónur, sum er kensluborin, men tað var ein sera kensluborin løta, tá hann kom inn í Stóra Pakkhús og sá framsýningina við myndunum, sum pápin hevði tikið í Vági fyri meiri enn 80 árum síðani.
“Eg eri vísur í, at pápi mín hevði viljað, at myndirnar og lutirnar skuldu komu aftur til Vágs. Nú eru tær endiliga har tær eiga heima”, segði Neil.
Framsýningin á jóansøku var sera væl vitjað. Fólk í øllum aldri løgdu leiðina framvið og vístu áhuga fyri forkunnugu myndunum, sum Ronald Gordon Bailey tók í Vági undir Seinna Heimsbardaga. Fleiri sum eru sokallaði krígsbørn (høvdu bretskan hermann sum pápa) løgdu eisini leiðina framvið og fingu eitt prát við Neil um myndirnar og um Seinna Heimsbardaga.
Í døgunum í Vági varð sjálvandi eisini vitjað uppi á Eggjunum, har pápi Neil og starvsfelagarnir í RAF vóru við til at byggja LORAN-A støðina undir Seinna Heimsbardaga. Gamla LORAN-A støðin varð niðurløgd í 1960unum, tá flutt var í nýggju LORAN-A støðina. Gomlu bygningarnar frá Seinna Heimsbardaga standa tó framvegis á Eggjunum.
Fleiri myndir eru kanska ávegis
Nakrar fáa dagar áðrenn Neil kom til Føroyar knýtti ein heldur annarleiðis áhugaverd søga seg av tilvild uppí vitjanina hjá Neil.
Neil býr í Windsor, stutt vestanfyri London, og á tiltaki týskvøldið áðrenn jóansøku á sonevndum Military History Group, hevði Neil – sum hevur stóran áhugað fyri bretsku hernaðarsøguni – framløgu.
Í endanum av framløguni nevndi Neil stutt, at leiðin dagin eftir gekk til Edinburgh og síðan til Føroyar, har hann skuldi lata myndir og annað frá pápa sínum til Bygdasavnið í Vági. Neil greiddi frá, at pápin var í hernaðartænastu í Vági undir Seinna Heimsbardaga og var við til at seta upp LORAN-A støðina í Vági.
Eftir framløguna hjá Neil kom ein eldri maður at práta. Hesin var sonur Bill Harrison, ein annan bretskan hermann, sum eisini hevði verið í tænastu hjá RAF í Vági undir Seinna Heimsbardaga.
Maðurin greiddi frá, at pápin, Bill Harrison, eisini hevði verið partur av at seta upp LORAN-A støðina á Eggjunum og eisini hevði fyrst verið í USA og síðani í Rabat í Marokko.
Lítið er at ivast í, at Bill Harrison og Ronald Bailey hava kenst. Lítið hava teir hugsað, at synir teirra av tilvild fóru at møtast til eitt tiltak uttanfyri London 80 ár seinni og tosa um tíðina hjá pápunum í Vági undir Seinna Heimsbardaga.
Eins og Neil, so hevði hesin eldri maðurin eisini myndir og aðrir lutir frá tíðini hjá pápanum í Vági undir Seinna Heimsbardaga – og hevði hann eisini áhugað í at lata myndirnar til Vágs Sóknar Bygdasavn. So fleiri myndir og lutir eru helst ávegis til Vágs, meiri verður at frætta um hetta seinni.
Ætlar at vitja aftur
Neil fór í vikuni eftir jóansøku heimaftur til Winsor. Hann var sera glaður fyri vitjanina og rørdur um stóra áhugan fyri myndunum hjá pápanum.
Áðrenn Neil fór avstað segði hann, at hann kundi hugsa sær at vitja aftur komandi ár og tikið sonin við á ferðini. Og í Vági gleða vit okkum at taka ímóti vinarliga bretanum, tá hann vitjar aftur.