Eftir ein javnan dyst, sum endaði 1-1, máttu Avstralia og Egyptaland spæla longda leiktíð.
Heldur ikki har eydnaðist nøkrum av liðunum at fáa avgerandi málið.
Tí skuldu liðini í brotssparkskapping frá 11 metrum, og har gjørdi Avstralia eina óvanliga broyting við at skifta málverja í 120. minutti.
Fyrrverandi FCK-málverjin Mathew Ryan kom á vøllin beinleiðis av bonkinum.
Tveir av teimum fyrstu fýra avstralsku skjúttunum brendu, og Ryan megnaði heldur ikki at bjarga. Sostatt kundi Egyptaland tryggja sær sigurin í brotssparkskappingini og plássið í áttandapartsfinaluni.
Egyptiski stjørnuspælarin Mohamed Salah setti eisini sín dám á brotssparkskappingina við einum klassiskum panenka-brotssparki.
Harvið skal Egyptaland nú møta vinnaranum av dystinum millum Argentina og Kap Verde.