Ongi úrslit

Eiler er við aftur

Við sínum 1,93 metrum gevur Eiler okkum styrki í luftspælinum, kropsliga tyngd og fleiri møguleikar í verjupartinum

07 Vestur
2 tímar síðan

07 Vestur hevur gjørt sáttmála við Eiler Fróðason galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum.

Eiler kenna vit í felagnum væl. Hann er uppvaksin í 07 Vestur og hevur longu, hóast unga aldurin, fingið nógvar royndir í vaksnamannafótbólti. Sambært faroesoccer er hann skrásettur fyri 60 dystir í bestu deildini og 60 dystir í 1. deild — allar fyri 07 Vestur.

Eiler hevur fyri tað mesta spælt í miðverjuni, men onkuntíð hevur hann eisini verið koyrdur fram í álopið, har hann eisini hevur havt máltev. Við sínum 1,93 metrum gevur Eiler okkum styrki í luftspælinum, kropsliga tyngd og fleiri møguleikar í verjupartinum.

Nú kemur Eiler aftur í 07 Vestur-hópin í meistaradeildini, og vit fegnast um at hava ein lokalan, royndan og arbeiðssaman leikara aftur í hópinum til restina av kappingarárinum.

Vit ynskja Eiler hjartaliga vælkomnan aftur og góðan eydnu í 07 Vestur-blusuni.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

Í gjár kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

Í gjár kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

13. juni kl. 00:02