Í heyst verður ein av fremstu røddunum í Norðurlondum at hoyra í Føroyum!
Tað verður leygarkvøldið 12. september, at tað verður ein heilt serlig konsert í Reinsarínum, har grønlendski sangarin og sangskrivarin, Rasmus Lyberth, syngur og spælur.
– Við síni sermerktu rødd, nærveru og hjartanemandi sangum hevur Rasmus Lyberth í áratíggju verið ein av mest týðandi mentanarrøddunum í Grønlandi og Norðuratlantshavi, siga fyrireikararnir.
– Við støði í grønlendskari mentan, søgum og lívsroyndum skapar hann konsertir, sum bæði eru rørandi, kraftmiklar og lívgevandi, leggja tey afturat.
Á skránni verða bæði væl kendir sangir og nýggjari tónleikur, kryddað við persónligum frásagnum, skemtiligum søgum og djúpum hugleiðingum.
– Hetta verður eitt sjáldsamt høvi at uppliva ein sannan listamann, sum hevur rúnarbundið áskoðarar kring allan heim í meira enn 50 ár, siga fyrireikarrnir.