Ongi úrslit

Ein bilur endaði í bønum og seks bilførarar fingu bót

Áki Bertholdsen
2. oktober kl. 09:45

Í gjár og í morgun hevði løgreglan eitt sindur at gera í sambandi við ferðsluna. Í morgun fór ein bilur útav við rundkoyringina í Kollafjørði og hann endaði í bønum.

Løgreglan sigur, at tvey fólk vóru í bilinum og annað av teimum varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan veit ikki, hví bilurin fór út av.

Í gjár hendi eisini eitt ferðsluóhapp í Saltangará har ein bilur ikki helt víkiskylduna og tað er hann skuldsettur fyri. Hann fær í hvussu so er bót og klipp í koyrikortið.

Løgreglan tók eisini fimm bilførarar í Havnini og har um vegir. Teir vórðu tiknir fyri at tosa í fartelefon ímeðan teir koyrdu. Teir fáa 1.500 krónur bót í part, umframt eitt klipp í koyrikortið

Løgreglan hevur eisini tikið nummarpláturnar av seks bilum í Havn og í bygdunm norðan fyri Havnina. Tað er tí at eigararnir ikki hava goldið vegskatt.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Tannlæknastova í hálva øld

4. oktober kl. 07:55