Í síðstu viku ringdu fólk til løgregluna at melda, at ein svikari gjørdi um seg á internetinum.
Talan var um onkran, sum hevði eitt Playstation til sølu á Facebook fyri 3.500 krónur, og hann fekk minst tvey fólk at rinda fyri tað og at flyta pengarnar á eina kontu.
Men talan var um eina falska lýsing, tí tey, sum hildu seg hava keypt eitt Playstation, fingu tað ongantíð.
Løgreglan segði beinanvegin, at tey høvdu eina rættiliga greiða ábending um, hvør svikarin var. Í hesum sambandi skuldu tey eisini kanna hjá bankunum um kontuna, pengarnir vóru fluttir á.
Og løgreglan sigur, at nú er ein persónur skuldsettur í málinum, og so gongur tað sína gongd í rættarskipanini.