Ongi úrslit

Ein fekk bót - og nøkur vórðu burturvíst

Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Hetta seinasta samdøgurið hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni. Løgreglan sigur, at í Havn fekk ein maður 1.500 krónur í bót fyri at vera so ólátaður í fyllskapi, at hann var til ampa fyri onnur. Og í Klaksvík vóru nøkur fólk burturvíst av einum skeinkistaði.

Í gjárkvøldið spældi KÍ dyst ímóti Lech Poznan úr Póllandi. Pólskir fjepparar gera onkuntíð um seg, men í gjárkvøldið var alt púra friðarligt.

Løgreglan sigur, at tað vóru heldur ikki so nógvir pólskir fjepparar og hugdu. Upprunaliga skuldi dysturin vera hóskvøldið, men var útsettur til í gjárkvøldið.

Og løgreglan heldur, at nógvir fjepparar hava keypt sær ferðaseðil eftir tí og vóru longu farnir aftur av landinum tá ið dysturin so loksins var í gjárkvøldið.

Á Velbastað kom eldur í ein bil. Brádliga fór at loga úr motorinum, so bilurin fór illa, men fólkaskaði var eingin.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

Í gjár kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39

Mong eru noydd úr bústaðnum um summarið

10. august kl. 22:20