Aftur nú um vikuskiftið hevur løgreglan tikið tveir útlendskar ferðaleiðarar, sum hava arbeitt ólógliga í Føroyum.
Løgreglan sigur, at teir vóru út heilt fremmandum londum, uttan fyri Evropa og hvørgin teirra hevur galdandi uppihaldsloyvi ella arbeiðsloyvi í Føroyum.
Annar ferðaleiðarin hevur fingið bót og er burturvístur í Føroyum - og hann er eisini farin av landinum.
Løgreglan kann ikki siga, hvussu stór bótin var, men fleiri ferðir hava tær ligið ímillum 50.000 krónur og 300.000 krónur, alt eftir um ferðaleiðararnir arbeiða fyri eina ferðaskrivstovu, ella um teir arbeiða fyri seg sjálvan.
Ofta hava teir verður burturvístir í tvey ár.
Løgreglan sigur, at hin ferðaleiðarin bíðar eftir eini avgerð í málinum.