Tann 12. august fer aftur at vera sólarmyrking. Tað merkir at mánin fer at leggja seg fyri sólina, og tey, sum eru á røttum stað, fara at uppliva tað sama sum vit upplivdu í 2015, tað er at tað verður myrkt eina løtu, sum um tað var um náttina.
Tað sigur Hanus Kjølbro á Veðurstovu Føroya. Men hann leggur beinanvegin afturat, at Føroyar liggja IKKI á røttum stað hesum viðvíkjandi.
– Mánin fer at fjala ein stóran part av sólini, men ikki so nógv, at tað verður myrkt, sigur hann.
Í 2015 var full sólarmyrking í Føroyum og á Svalbard. Tá ið mánin legði seg fyri alla sólina, bleiv líka myrkt sum um náttina. 12. august verður sólarmyrkingin ikki full í Føroyum, men bara 91 prosent.
Men tað lítla av sólarljósi, sum sleppur fram við ovara kanti av mánanum, fer at lýsa næstan líka væl sum fult sólarljós, sigur Hanus Kjølbro.
Fyri tey, sum einki leggja í slík fyribrigdi, verður løtan einki øðrvísi enn ein vanligt. Kanska eitt sindur kámt, sum tá ið tað er támut veður ella samdrigið.
– Men vit eru nógv, sum tíma væl at síggja sólarmyrkingar - eisini partvísa sólarmyrking, siga tey á veðurstøðini, sigur Hanus Kjølbro.
Er nóg klárt í veðrinum fara vit at síggja mánan leggja seg fyri sólina og fjala 91 prosent av henni.
– Og vit mugu minnast til at brúka rættar brillur, akkurát sum í 2015, ávarar hann.
Hóast 91 prosent av sólini er fjald, er ljósið, sum er eftir, so bjart, at næstan eingin munur sæst, men hitin kann fella nøkur stig. Í 2015 fall hitin, har hann var staddur, 4-5 stig ta løtuna, tað var myrkt. Hann væntar at hitin fer at fella 2-3 stig hesaferð.
Sambært heimasíðuni timeanddate.com fer mánin at fjala alla sólina uttan tann ovasta partin. Ein hálvmánaskapað sól fer at síggjast liggjandi, ella standandi, á hornunum beint oman fyri mánan klokkan 18:54.
Frá tí, at mánin fer at leggja seg fyri sólina, til alt er liðugt, ganga 1 tími og 54 minuttir. Tað byrjar klokkan 17.56 og endar klokkan 19.50.
So er spurningurin hvussu væl tað fer at síggjast í Føroyum.
– Veðrið hetta kvøldið kunnu vit einki siga um enn, so tað lata vit liggja á hesum sinni, heldur Hanus Kjølbro fyri.
Hetta er seint seinnapart og tíðliga á kvøldi. Sólin er komin nakað væl niður á luftina, so fjøll fara at gera av, hvussu væl tað sæst kring landið. Eini góð ráð eru at hyggja eftir, hvussu væl sólin sæst somu klokkutíðir 1-2 dagar áðrenn.
Tá ið tað byrjar, er sólin í útsynning vestan úr Føroyum, vinkulin millum havsbrúnna upp til sólina er 24 stig.
Tá ið myrkast, er sólin í beinum vestri, 17,5 stig oman fyri havsbrúnna. Tá ið alt endar, er sólin eitt sindur oman fyri vestan, 11 stig oman fyri havsbrúnna.
Full sólarmyrking fer at vera í myrkasta økinum á kortinum. Tað byrjar í Mallorka og fer í útnyrðing yvir Spania, áðrenn tað tekur leiðina norðureftir ímóti vestara parti av Íslandi og Eysturgrønlandi. Føroyar liggja nakað eystanfyri, og vit fáa tí bert 91% sólarmyrking. Mynd: timeanddate.com