Dagførd:
Grindin hevur lagt beinini í Sandagerði. Talan er um eina stóra grind.
grind liggur uttanfyri Hvítanes. Hon verður mett at vera einar 100 hval, og ætlanin er at reka hana á Havnina.
Umleið 10 bátar eru hjá henni, og nakrir eru á veg til hana.
Veðrið er av tí fagrasta, og tað sær út til at ganga væl at reka grindina.