Tríggjar ferðir í gjár varð løgreglan eftir bilførarum, sum ikki bóru seg at eftir forskriftunum.
Ta einu ferðina fór løgreglan út á Argir at kanna ein bilførara, sum hevð koyrt á ein lyktapelag og sá eisini illgrunasamt út tá ið hann fór ígjøgnum rundkoyringina.
Tað var bilførarin, sum koyrdi aftan fyri, sum boðaði løgregluni frá, og tey fingu fatur á bilføraranum. Or tað var ikki uttan grund, at koyringarlagið var vánaligt, tí løgreglan sigur, at hann er skuldsettur fyri at koyra við kenning.
Ein bilførari varð tikin við Gøtugjógv á einum strekki har tað er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman. Men hesin koyrdi 71 og tað var akkurát nokk til at hann fekk klipp í koyrikortið afturat bótini.
Í Hoyvík hendi eisini eitt lítið ferðsluóhapp tá ið tveir bilar stoyttu saman.
Eingin fólkaskaði var, men annar bilførarin er skuldsettur fyri ikki at halda víkiskylduna.
Løgreglan sigur, at tað viðurkennur hann, so tað málið er eisini avgreitt.