Ongi úrslit

Ein koyrdi ov skjótt - og tveir vóru ov tungir

Áki Bertholdsen
7. november 2025 kl. 09:00

Í gjár tók løgreglan tríggjar bilførarar í miðstaðarøkinum. Ein bilførari koyrdi ov skjótt, og tveir høvdu ov tungan farm.

í hesum sambandi varð ein bilførari tikin við Áir, hann koyrdi beint yvir 100, har tað annars er loyvt at koyra 80, og sostatt fær hann eitt klipp í koyrikortið, umframt at hann fær bót.

Á sama strekki var ein vørubilur við einum viðfestisvogni, steðgaður.

Tá ið hann var vigaður, vísti tað seg, at tilsamans var vektin 5.500 kilo. Men bilførarin hevði bara vanligt koyrikort so má vektin ikki fara upp um 3.500 kilo - tilsamans.

Sostatt fær hann bót fyri at koyra við ongum koyrikorti og tað er dýrt, tí bótin fyri tað er 5.000 krónur.

Løgreglan sigur, at ein tummilsregla er, at við vanligum koyrikorti skal viðfestisvognurin ikki fara upp um 750 kilo.

Inni í Eysturoynni fekk løgreglan eyga á ein lastbil, sum sá dekan ov tungur út.

Og tað vísti seg, at eygamálið var gott, tí tá ið hann var vigaður, vísti tað seg, at hann at hann vigaði 36,5 tons.

Hann hevði bara loyvi at viga 32 tons, so hann hevði 4,5 tons ov nógv í lastini, og tað fær hann bót fyri.     

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

11 tímar síðan

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40