Tað er eingin endi á spælarum, sum verða settir við á liðnum hjá Víkingi í Meistaradeildini.
Í dag var tað Markus Sigurðsson Højgaard, sum var nýggjur á liðnum. Tá ið Víkingur í Sarpugerði spældi málleysan javnleik ímóti EB/Streymi, varð 17 ára gamli Markus skiftur inn, tá ið hann í 71. minutti avloysti veteranin Sølva Vatnhamar.
Markus, sum er høgrabeintur og oftast framrættaður spælari í vinstru var í ár við í 26 landskappingardystum í 1. deild, har Víkingur endaði við at vinna silvurkrónurnar. Hann skoraði seks mál í 1. deild.
Fleiri aðrir ungir spælarar í Víkingi hava í ár roynt seg fyri fyrstu ferð í Meistaradeildini, og aðrir, sum frammanundan høvdu spælt millum lítið og einki, hava verið fastir menn á liðnum. Her verður hugsað um 20 ára gamla Inga Arngrímsson og 19 ára gamla Jósef Ólavsson Gleðisheygg, sum hava verið við í øllum 26 landskappingardystunum higartil, 19 ára gamla Aron Benjaminsen sum var við í 20 dystum, áðrenn hann varð seldur til Skotlands, 19 ára gamla Arnór Brandsson sum hevur verið við í 15 landskappingardystum, 16 ára gamla Rósing Toy sum hevur verið við í seks dystum, 19 ára gamla Dávid á Líðarenda og 18 ára gamla Kristian Jacobsen sum báðir hava verið við í tveimum dystum, og 19 ára gamla Fríða Gertsson Jarnskor sum hevur verið við í einum dysti í bestu landskappingini.
Síðsti dysturin hjá Víkingi í ár verður leygardagin á útivølli ímóti KÍ.