Ongi úrslit

Ein rødd hjá teimum littu í USA er tagnað

Harry Belafonte er deyður í dag

Áki Bertholdsen
25. apríl 2023 kl. 17:15

Kendi, amerkikanski sangarin, og aktivisturin, Harry Belafonte, er deyður í dag, 96 ára gamal.

Harry Belafonte var ein av fáum, littum tónleikarum, sum gjørdust víðakendur, og sostatt varð hann við til at bróta tey mørk, sum tá vóru í tónleikaheiminum.

Men hóast hann var vælumtóktur tónleikara, varð tað fyrst og fremst rættindini hjá teimum littu amerikanarunum, sum varð høvuðsmál hansara. 
Hann stuðlaði Martin Luther King, og seinast, hann av álvara gjørdi vart við seg, var í 2016, og í 2020, tá ið hann var virkin í stríðnum ímóti Donald Trump á forsetavalinum tá.

Sum tónleikari er hann serliga kendur fyri sangin, Day – O um bananbátin, men tilsamans gav hann 30 plátur og fløgur úr, umframt átta konsertupptøkur. 

Hann var eisini við í fleiri filmum og sendirøðum, seinast í BlacKkKlansman í 2018.

Í 2014 fekk hann Jean Hersholt Humanitarian Award, tað er ein virðisløn, sum er nevnd efrir dananum Jean Hersholt, og sum verður latin fólki, sum gera eitt serligt avrik til frama fyri rættindum hjá littum. 

Harry Belafonte átti fýra børn fimm abbabørn, og eftir hann situr eisini konan, Pamela Frank.

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

Í gjár kl. 11:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30

Bønarløta á Oyggjarvegnum

3 tímar síðan