Ongi úrslit

Ein sonn Ólavsøku-søga: Eysturoyingurin og tann óði hanin

Hetta er ein sonn søga. Ein søga um eina ólavsøku, ið mundi enda við, at undirritaði varð bitin í reyvina av einum óðum hana og væl kundi verið handtikin sum innbrotstjóvur.

© Edmund Jacobsen / Dimmalætting.
Myndin er gjørd við vitlíki.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Men lat okkum heldur byrja frá byrjanini.

Ólavsøkan í 1994 var sum flestu aðrar. Eftir tríggjar dagar í sera góðum vertskapi skuldi eg fjórða kvøldið spæla til dans í einari av ítróttarhallunum í Havn. Ein fínur máti at enda ólavsøkuna upp á.

Eg hevði fingið ólavsøkuinnivist hjá einum vinmanni, ið búði í útjaðaranum av Havnini. Morgunin eftir hetta seinasta kvøldið skuldi eg beinleiðis til Danmarkar, har eg skuldi byrja í starvsvenjing sum journalistur. Tí var tað sera umráðandi fyri meg, at eg var tíðliga á fótum, so eg náddi bussinum til flogvøllin.

Eg hevði pakkað alt viðførið hjá mær og sett tað inn í kamarið, har eg svav. Alt var sostatt klárt til Danmarkarferðina. Men sum tit óivað vita, so kann alt henda á ólavsøku, og tí visti eg ikki, um eg fór at koma beinleiðis heim, tá ið eg var liðugur at spæla.

Eg hevði hoyrt okkurt um eina veitslu, ið skuldi vera eftir dansin. Tí kundi væl vera, at eg als ikki náddi heim í song, áðrenn eg skuldi avstað við bussinum.

– Eingin trupulleiki, segði vinmaðurin. – Eg lati hurðina standa opna, so tú sleppur inn, nær tað so verður, lovaði hann, áðrenn eg fór oman í høllina.

Jú, kvøldið gekk væl. Nógv fólk hugnaðu sær til dansin í høllini, og hýrurin var somuleiðis sera góður í veitsluni, sum vit høvdu eftir dansin. Tá ið eg langt um leingi vendi nøsini heimeftir, mundi klokkan vera um hálvgum sjey um morgunin.

Bussurin til flogvøllin fór klokkan átta, so eg hevði ógvuliga skund.

Eg varð tí ikki sørt argur, tá ið eg tók í hurðina hjá vinmanninum. Hurðin var stongd!

Nú vóru góð ráð dýr. Brádliga mintist eg, at tá ið eg var á veg í veitslu fyrr um náttina, hevði eg møtt vinmanninum og konuni, sum vóru á veg heim. Tey vóru – hvussu skal eg siga tað – ikki sørt „svimmul“ bæði tvey. Nú lógu tey óivað og svóvu rúsin av sær, tí eingin kom út og læsti upp, sama hvussu eg rópti og bankaði.

Soleiðis stóð eg helst í einar 15–20 minuttir. Síðan gekk eg eitt sindur runt um húsini fyri at vita, um eitt vindeyga mundi standa á gloppi onkustaðni.

Og pínadoyð, um ikki gluggin í baðirúminum stóð eitt sindur opin!

Nú halda tit helst, at allir trupulleikar mínir vóru loystir. Men so langt frá! Fyrsti trupulleikin var sjálvur gluggin, ið var so lítil og so høgt uppi á húsasíðuni, at eg neyvan fór at megna at klatra heilt har upp og síðan troðka meg inn millum allar urtapottarnar og tær smáu keramikmyndirnar.

Næsti trupulleikin var nógv torførari enn tann lítli gluggin. Vinmaðurin hevði nevniliga høsn gangandi í einari girðing við húsini. Girðingin var gjørd soleiðis, at vesturendin og norðursíðan á húsunum vóru gyrd inni. Tá ið tann lítli, opni gluggin var á norðursíðuni, noyddist eg inn í girðingina fyri at klíva upp til gluggan.

Nei, nú skulu tit ikki flenna! Nakrar fáar, tápuligar og bangnar hønur ræða ikki ein vælvaksnan eysturoying. Men hanan ræddist eg sum pestina! Hetta var nevniliga ikki nakar vanligur hani, men ein stórur psykopathani!

Dagin undan ólavsøku hevði vinmaðurin víst mær, hvussu illsintur hanin var. Kom nakar inn í girðingina, leyp hann á, pikkandi og klórandi.

Men klokkan var nú farin um sjey, so okkurt mátti gerast. Eg stóð eina løtu og tók dirvi til mín. Hanin gekk róligur og stoltur og spákaði millum allar hønurnar innan fyri girðingina. Stillur sum ein ketta klatraði eg upp um girðingina og sníkti meg fram við húsasíðuni ímóti tí opna glugganum. Tá ið eg var komin hálva leið, fekk hanin eyga á meg og kom stórleypandi ímóti mær.

Eg mátti veruliga renna fyri lívinum út úr girðingini. Hanin sá út til at njóta sigurin. Hann gekk so spelkin aftur og fram innan fyri girðingina, meðan hann hugdi háðandi at mær.

Nú var eg um at fara í panikk. Klokkan var 12 minuttir yvir sjey, og eg mátti gera eitt ella annað. Annars kom eg ov seint til flogvallarbussin. Eg royndi enn eina ferð at banka og rópa, men einki hjálpti. Alt var kvirt og friðarligt.

Eg legði eina nýggja ætlan. Fekk eg lokkað hanan heilt yvir í vestara hornið á girðingini, kundi eg renna runt um húsini til norðursíðuna, klíva upp um girðingina og klatra upp til vindeygað, áðrenn hanin náddi at fata, hvat hendi. Jú, hetta var helst einasti mátin.

So fór eg í gongd. Nú skuldi eg vísa hasum forbannaða beistinum, at eg var klókari enn hann! Í túninum við grannahúsini fann eg ein lítlan stiga. Hann setti eg tætt at girðingini norðan fyri húsini hjá vinmanninum. Síðan gekk eg runt um húsini, heilt yvir í vestara hornið á girðingini, og læt sum um, at eg skuldi klíva upp um hegnið. Og jú, hanin kom rennandi beinanvegin.

Eftir at hava øst hanan væl og virðiliga í eina løtu sneri eg mær knappliga við, rann við miklari ferð runt um húsini, fekk fatur á tí lítla stiganum, meðan eg rann, leyp upp um girðingina norðan fyri húsini og rann síðan ímóti tí opna vindeyganum.

Hjartað bankaði vilt, meðan eg setti stigan upp at húsavegginum. Úr eygnakrókinum sá eg hanan koma við fullari ferð runt um húsahornið. Stigin var gamal og rotin og brakaði undir tyngdini, tá ið eg steig upp á fyrsta trinið. Hanin var næstan komin at stiganum, tá ið eitt av trinunum brotnaði!

Eg skríggjaði av angist! Adrenalinið stroymdi gjøgnum kroppin!

Hjáááálp!!!

Tað var næstan eitt undur, at eg fekk fatur á vindeygakarminum, júst sum hanin var um at leypa á. Við mínum seinastu kreftum fekk eg syft meg upp og fór síðan við høvdinum fyrst inn gjøgnum tað tronga vindeygað, so urtapottar og smáar keramikmyndir fuku í allar ættir.

Eg lá eina løtu á baðirúmsgólvinum, meðan pulsurin spakuliga lækkaði aftur ímóti tí vanliga. 

Síðan fór eg inn í kamarið, tók viðførið og ringdi eftir einum hýruvogni. Eg hoyrdi ógvusliga snorking úr sovikamarinum hjá vinmanninum og konuni, meðan eg læt úthurðina upp og steig út í morgunluftina.

Meðan eg bíðaði eftir hýruvogninum, hoyrdi eg ein hana gala.

Soleiðis endaði henda ólavsøkan.


⚠️ Allar myndir eru gjørdar við vitlíki.

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Bønarløta á Oyggjarvegnum

Í gjár kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30

Tórsfest - Benjamin Hav: - Eg kenni meg longu sum føroying

26. juli kl. 13:30