Ongi úrslit

Ein varði í føroysku skúlasøgu hevur 50 ára hátíðarhald

Áki Bertholdsen
10. apríl kl. 08:04

Í dag, 10. apríl, heldur Skúlin á Trøðni 50 ára hátíðarhald.

– Síðani 1976 hevur skúlin á Frælsinum staðið sum ein varði í føroyska samfelagnum – eitt týðandi prógv um okkara vilja at vera eitt rúmligt samfelag, ið tekur sær av øllum børnum sínum, sigur skúlin í tíðindaskrivi í morgun.

Tá ið skúlin var vígdur í 1976 var tað partur av tí at geva føroyskum børnum við breki eitt gott og hóskandi skúlatilboð í Føroyum. Føroya Spesialskúli hevði annars virkað frá 1962.

Í dag ganga umleið 70 næmingar við ymiskum trupulleikum og diagnosum, á skúlanum.

– Hóast tørvurin er fjølbroyttur, er fakliga dygdin í hásæti. Roynd starvsfólk tryggja, at hvør einstakur næmingur fær møguleika at mennast á sínum støði, sigur skúlin.

Hesi seinastu árini er trýstið á skúlan vaksið alsamt. Fleiri børn hava tørv á tí serundirvísing, sum skúlin hevur, og tað hevur havt við sær, at skúlin í dag er vorðin ov trongur.

Hóast námsfrøðiliga dygdin er góð, er skúlin gamal og slitin.

– Í arbeiðinum við børnum við serligum tørvi eru karmarnir eitt beinleiðis amboð, ið ger munin millum órógv og menning, sigur skúlin

Játtanin í vetur til at bøta um ljóðviðurskifti var eitt kærkomið stig, siga tey.

– Skal Skúlin á Trøðni framhaldandi vera eitt dygdargott undirvísingartilboð, krevst ein heildarumvæling og at hølini verða nútíðargjørd, sigur skúlin

Í sambandi við at skúlin nú er 50 ár, verður hátíðarhald á skúlanum seinnapartin í dag har tey hava opið hús, har fyrrverandi næmingar, starvsfólk og onnur eru vælkomin á gátt til drekkamunn og til eitt prát um skúlans søgu og framtíð.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Skuldsettur fyri brot á 266 b

Í gjár kl. 09:13

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57