Ongi úrslit

Eingin bati til barnakonur úr Suðuroy enn á sinni

Bygningarnir eru so illa forsømdir, at nú loysir tað seg ikki at umvæla teir
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Arbeitt verður við einu ítøkiligari ætlan um at byggja nýggjar íbúðir á Landssjúkrahúsinum, og tær skulu eisini hýsa barnakonum úr Suðuroy, sum fara á Landssjúkrahúsið at eiga.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hana, hvussu umstøðurnar eru hjá barnakonum úr Suðuroy, og um hon heldur, at tær eru nøktandi. Hon spyr eisini, hvørjum standi, bygningarnir á Eirargarði eru í yvirhøvur.

Og tað skilst á landsstýriskvinnuni, at umstøðurnar eru syndarligar.

– Samanumtikið kann sigast, at bygningarnir á Eirargarði eru í ringum standi, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

Hon sigur, at Sjúkrahúsverkið og Landsverk hava lagt eina heildarætlan fyri bygningarnar í Sjúkrahúsverkinum, og í tí sambandi varð eisini ein støðulýsing gjørd av øllum bygningunum í Sjúkrahúsverkinum.

Støðulýsingin vísir, at allir bygningarnir á Eirargarði hava støðumeting 3, sum merkir, at tað er stórur tørvur á ábótum. Tað vil siga, at teir eru í ringum, ella sera ringum, standi.

Teir flestu bygningarnir á Eirargarði treingja til eina heildarumvæling, og at íbúðarbygningarnir -eisini Gestalonin- hava ein bráðneyðugan tørv á ábótum

Í vár hevur Landsverk kannað bygningarnar og úrslitið er, at teir eru í so ringum standi, at tað loysir seg ikki at umvæla teir. Serfrøðingar mettu eisini, at tað ikki var forsvarligt at nýta bygningarnar á Eirargarði 4, 6 og 8 í meira enn 2 til 3 ár afturat.

Í heyst hevur eisini Arbeiðseftirlitið verið á eftirlitsvitjan í Barna- og ungdómspsykiatriini á Eirargarði, 15 og niðurstøðan er, at bygningurin er í ringum standi.

– Arbeitt verður við ítøkiligum ætlanum um at byggja nýggjar íbúðir til Landssjúkrahúsið, ið skulu nøktan tann tørvin, sum Eirargarður 4, 6 og 8 áður hevur nøktað. Gestalonirnar til barnakonur úr Suðuroy eru í Eirargarði 4.

– Komandi íbúðirnar eru ætlaðar barnakonum úr Suðuroy, konsulentum og yngri læknum undir útbúgving v. fl. Bústaðirnir til Landssjúkrahúsið er partur av eini størri verkætlan, ið skal tryggja fleiri bústaðir til lesandi í Føroyum.

– Eftir verandi ætlan verður farið undir byggingina í 2028, so tað verður ikki enn, at barnakonur úr Suðuroy fáa betri sømdir.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

Í gjár kl. 12:43

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27