Løgreglan í Keypmannahavn helt fyri løtu síðani tíðindafund har tað kom fram, at teir ikki kunnu staðfesta at talan hevur verið um veruligt dronuvirksemi yvir Københavns Lufthavn, í samband við tær fráboðanir sum vóru í fjør.
Tað sigur løgreglumaðurin Mads Helios, sum undirstrikar, at kanningin ikki hevur givið eitt greitt próvgrundarlag.
– Vit kunnu ikki avvísa, at tað hevur verið dronuvirksemi, sigur Helios.
Samstundis vísir hann á, at løgreglan ikki hevur kunnað prógvað, at talan veruliga hevur verið um dronur, hóast ávís teknisk spor eru skrásett.
– Vit kunnu ikki prógva dronuvirksemi, men tað eru tó einstøk radarslóðir, sum gera, at vit ikki kunnu útiloka dronuvirksemi.
Sambært løgregluni er talan um fráboðanir og teknisk spor, sum ikki kunnu staðfestast greitt, og sum í fleiri førum kunnu stava frá øðrum viðurskiftum sum flogførum, ljósum ella náttúrligum fyribrigdum.
Nógvar av teimum eygleiðingunum, sum vóru fráboðaðar 22. september í fjør, hava helst eisini verið fuglar og skordýr, sum fólk hava mistikið fyri dronur.
Tað undirstrikar høvuðspoliti-inspektør Søren Thomassen fleiri ferðir á tíðindafundinum í dag.
Á hesum grundarlagi hevur løgreglan valt at leggja málið burtur. Tað merkir, at kanningin endar uttan niðurstøðu um, hvørt verulig dronuvirksemi hevur verið á økinum.