Ongi úrslit

Eingin var so tyngdur av nervum sum formaðurin

Heilt skjótt verður tað greitt, um Sigurður Ragnar Eyjólfsson fer at halda fram í Runavík

Jonhard Hammer
1 tími síðan

Tað er stórur munur á degnum í dag og so oktober í 2022. 22. oktober í 2022 tapti NSÍ í síðsta umfari 3-1 á útivølli ímóti HB. Tað var longu frammanundan greitt, at NSÍ fór at flyta niður. NSÍ endaði á níggjunda plássi við 21 stigum, og Skála ÍF endaði aftast við 10 stigum. 07 Vestur og AB høvdu 29 stig.

Fýra dagar seinni, 26. oktober, var eykaaðalfundur í NSÍ, og tá var Karstin Joensen valdur at vera nýggjur formaður. Í dag fegnaðist formaðurin um góðu gongdina, sum hevur verið hesi fýra árini.

-Vit settu okkum fleiri mál beinanvegin. Eitt av málunum var, at vit innan fimm ár skuldu vera aftur í toppinum, og nú hava vit yvirhálað tað, sum vit settu okkum fyri, staðfestir fegni formaðurin, tá ið vit hitta hann stutt eftir dystarlok í dag, tá ið tað endaði 1-1 millum NSÍ og HB.

Karstin Joensen sigur seg hava verið tætt at hópinum, nú teir hava fyrireikað seg til dystin, tá ið tað var møguleiki fyri at vinna FM, og hann hevur alt kappingarárið verið nógv um liðið.

-Eg havi lagt til merkis, hvussu professionellir teir allir eru. Tað kennist einki til, at teir eru tyngdir av nervum. Einasti maður, sum er nervatyngdur eri eg, og eg fáa einki gjørt inni á vøllinum. Men tíbetur orna teir tað, sigur væl nøgdi Karstin Joensen.

Síðstu vikurnar hevur verið nógv skrivað og prátað, hvussu tað verður við íslendska venjaranum. Íslendskir miðlar siga seg vita, at tað er møguleiki fyri, at hann næsta ár verður venjari í Íslandi.

Hvussu verður við venjaranum?

-Næstu dagarnar fara vit at práta við Sigurður Ragnar Eyjólfsson, og tá fáa vit vónandi skjótt avklárað, um hann fer at halda fram í felagnum. Tað kemur neyvan óvart á, at vit eru væl nøgdir við venjaran, svarar NSÍ formaðurin.

Og hvussu verður við spælarunum?

-Nógvir av teimum, sum nú vóru við til at vinna FM, fara at halda fram. Onkrar broytingar vera, men hvussu tað ítøkiliga verður fæst at vita, tá ið vit hava tosað við spælararnar, sigur Karstin Joensen, sum fegnast um, at spælararnir við mestu royndunum hava givið til kennar, at teir fara at halda fram í felagnum, sum teir eru uppaldir í.

Eitt nú er Viljormur Davidsen sáttmálabundin fram til og við 2028 og Petur Knudsen fram til og við 2031. Klæmint A. Olsen longdi fyri einum ári síðani um sáttmálaskeiðið við einum ári.

-Eg eri fegin um, at Klæmint hevur givið til kennar, at hann ætlar sær at halda fram í felagnum, sigur Karstin Joensen, og so leggur hann aftrat:

-Tá ið vit tóku við fyri fýra árum síðani, settu vit okkum fyri at leggja størri arbeiði í barna- og ungdómsfótbóltin. Tað hava vit gjørt, og nú ætla vit at leggja uppaftur meiri fyri í hesum. Vit rokna við, at tað fer at síggjast aftur í lokalu tilgongdini til besta liðið um nøkur ár, sigur Karstin Joensen.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

20 tímar síðan

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40