Eini 25 prosent av øllum húsarhaldum fáa akkurát endarnar at røkka saman

– Men tey vænta at tað sær eitt sindur betri út hjá teimum um eitt ár - hinvegin eru tey ikki so bjartskygd um búskapin sum heild

Áki Bertholdsen
4. februar 2025 kl. 13:20

Sum heild meta húsarhaldini kring landið, at búskaparliga støðan í Føroyum fer at verða verri um eitt ár enn hon er nú.

Sostatt eru føroysku húsarhaldini ikki so bjartskygd um búskaparligu støðuna í Føroyum sum tey annars hava verið hesi seinastu tvey árini, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Hóast húsarhaldini ikki eru so bjartskygd um samfelagsbúskapin, hava tey betri vónir um síni egnu, privatu fíggjarviðurskifti.

Tey meta nevniliga, at tey fara at verða eitt vet betri fyri um eitt ár, enn tey eru nú, og at viðurskiftini fara at batna aftur. Talið fyri, hvussu vónrík húsarhaldini eru, er nú niðri á minus 12. Annars hevur tað ligið á minus 4,6 í miðal hesi seinastu 20 árini.

Tað hevur verið oman fyri miðal øll árini síðani í 2012, men kríggið í Ukraina, og ótrygga støðan í heiminum annars við stórum príshækkingum, hava sett síni spor, tí fyrst í 2022 fór tað niður um miðal, og har hevur varð verið síðani.

Annars vísir kanningin hjá Hagstovuni, at tað er ein góður fjórðingur av húsarhaldnum, sum akkurát fáa endarnar at røkka saman.

Fyri trimum árum síðani, vóru tað 23 prosent og sostatt er talið kvinkað eitt lítið sindur uppeftir. Annars siga 55 prosent av húsarhaldunum, at tey spara eitt upp, men fimm prosent siga at tey spara nógv upp.

Hóast prísirnir eru hækkaðir nógv hesi seinastu árini, eru tað kortini ikki fleiri, ið siga seg, at tey mugu læna pening fyri at fáa alt at mala runt, men hinvegin siga átta prosent av húsarhaldnum, at  tey brúka av uppsparingini. 

Nýtsla hjá fólki hevur stóran týdning fyri handilsvinnuna, tí tað eru tey, sum keypa ein stóran part av teimum vørum, sum handilsvinnan hevur at selja.

Hagstovan sigur, at í hesi nýggju kanninginu eru tað fleiri, ið siga seg, at nú er t ann rætta løtan at keypa dýrar lutir, eitt nú húsbúnað og eltól.

Tað eru eisini fleiri, sum ætla sær at brúka størri upphæddir til ábøtur á bústaðin hetta næsta árið enn tey hava gjørt.

Annars er tað sjáldan at húsarhaldini meta, at rætta løtan er at keypa bil, men eisini tað talið kvinkar eitt vet upp eftir.