Í gjárkvøldið og í nátt høvdu næmingar í miðnámsskúlunum, Glasi og á Kambsdali, felags veitslu í einum stórum tjaldi, tey høvdu sett upp Gundadali. Løgreglan sigur, at har vóru eini 600 - 800 ungfólk samlað, men tey siga, at tað var stak friðarligt.
Samarittar vóru eisini til staðar og tey siga, at í einum føri varð sjúkrabilur sendur eftir einum, sum var dottin.
Ein annar mæmingur er handtikin. Hann var ávirkaður og var so ólátaður ímóti vaktum og løgreglufólkum, at hann varð handtikin.
Sostatt hevur hann sovið í brummuni í nátt og tá ið hann sleppur út aftur í morgun, verður tað við eini bót upp á 1.500 krónur fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar.