Einki land í heiminum hevur enn tryggjað kvinnum og monnum full lógarfest javnrættindi. Tað vísir ein nýggj frágreiðing, sum 𝘜𝘕 𝘞𝘰𝘮𝘦𝘯 hevur almannakunngjørt.
Sambært frágreiðingini hava kvinnur í miðal bert 64 prosent av teimum lógarfestu rættindunum, sum menn hava.
Serliga er framvegisstóriurmuniur á arbeiðsmarknaðinum, innan familjurætt, persónliga trygd og politiska luttøku.
Frágreiðingin er løgd fram undan 70. fundinum hjá 𝘚𝘛-𝘯𝘦𝘷𝘯𝘥𝘪𝘯𝘪 um støðu kvinnunnar (𝘊𝘚𝘞70), har umboð fyri stjórnir og felagsskapir úr øllum heiminum hittast, fyri at umrøða javnstøðu og rættindi hjá kvinnum.
Samstundis heitir 𝘈𝘮𝘯𝘦𝘴𝘵𝘺 𝘐𝘯𝘵𝘦𝘳𝘯𝘢𝘵𝘪𝘰𝘯𝘢𝘭 á stjórnir um at styrkja verjuna móti kynsgrundaðum harðskapi, tryggja kynslig og ættarburðarrættindi og verja kvinnur, sum arbeiða fyri mannarættindum.
Felagsskapurin vísir á, at kvinnurættindi í fleiri londum eru undir vaksandi trýsti, og heitir á lond um at halda fast við altjóða skyldur sínar, og seta ítøkilig átøk í verk fyri at styrkja javnstøðuna.
Bæði 𝘜𝘕 𝘞𝘰𝘮𝘦𝘯 og 𝘈𝘮𝘯𝘦𝘴𝘵𝘺 𝘐𝘯𝘵𝘦𝘳𝘯𝘢𝘵𝘪𝘰𝘯𝘢𝘭 leggja dent á, at hóast framstig eru gjørd í nógvum londum, er enn langt á mál, áðrenn kvinnur og menn hava somu lógarfestu rættindini um allan heim.