Tað eru sjey umfør eftir at ársins landskapping í Meistaradeildini hjá monnum. Trý umfør vera næstu vikurnar, og so vera fýra umfør eftir landsliðssteðgin, sum verður um mánaðarskiftið september/oktober.
Í 20. umfari vórðu bara sjey mál skorað. Tað kemur næstan ikki fyri, at so mál eru í einum umfari, og tað er neyvan áður komið fyri, at einki mál er skorað í fyrra hálvleiki í nøkrum av dystunum. Soleiðis var tað hesa ferð, tá ið tað endaði málleyst fríggjakvøldið í Gøtu, har B36 var gestur hjá Víkingi og í Gundadali í dag, tá ið 07 Vestur var gestur hjá HB.
Í Streymnesi vann heimaliðið 2-0 ímóti AB, og B68 fekk av álvara ein undir vangan í kappingini um at sleppa undan at flyta niður, tá ið Skála ÍF í kvøld fór av Svangaskarði við 1-0 sigri.
Nú sær tað svart út hjá toftamonnum, sum í sjey teimum seinastu umførunum skulu vinna fimm stig fleiri enn Skála ÍF fyri at flyta av aftasta og fram á 8. pláss, og so verður tað neyðugt eisini at leypa um bukk um 07 Vestur, sum við fínum málleysum javnleiki í Gundadali ímóti HB styrkti um sína støðu.
Í kvøld iðra klaksvíkingar seg, áðrenn teir í morgin fara undir fyrireikingarnar til avgerandi dystin um pláss í UEFA Conference League bólkaspælinum. Tann dysturin verður hóskvøldið í Riga, og útgangsstøðan hjá KÍ er málleysi javnleikurin frá síðsta hósdegi.
Iðranin í kvøld kemst av, at KÍ í dag hevði kós ímóti at síggja til tryggum heimasigri ímóti NSÍ. Filip Brattbakk og Páll A. Klettskarð løgdu KÍ framum 2-0 – báðir við høvdinum – eftir innlegg frá Árna Frederiksberg.
NSÍ kendist ikki at vera tætt við at fáa um endan, men so kom av álvara eldur í, tá ið Petur Knudsen eftir góða draging í høgru og úr eitt sindur spískum smekkaði bóltin uppundir nettakið.
Tá spenti NSÍ álopsbogan í botn, men inntil átta minuttir og meiri enn tað vóru farnir av tíðini, sum dómarin legði aftrat, sá tað út til, at KÍ fór at halda tørn og harvið at vinna og leggja seg aftur á toppin í Meistaradeildini.
Men so var tað í evstu løtu, at miðverjin Daniel Obbekjær við høvdinum sendi bóltin í nettakið, og tað bar við sær, at NSÍ framvegis er topplið. Tað eru trý stig aftur til KÍ.
Skráin hjá NSÍ tað, sum er eftir at kappingini, er henda: AB (h), Víkingur (h), B36 (ú), Skála ÍF (ú), 07 Vestur (h), HB (h) og B68 (ú).
Skráin hjá KÍ tað, sum er eftir av kappingini, er henda – umframt at KÍ skal spæla í Europa hóskvøldið og steypafinalu ímóti Víkingi leygardagin 5. september: EB/Streymur (h), 07 Vestur (ú), Skála ÍF (h), HB (ú), B68 (h), B36 (ú) og Víkingur (h).
KÍ – NSÍ 2-2 (0-0)
1-0: Filip Brattbakk 59.
2-0: Páll A. Klettskarð 67.
2-1: Petur Knudsen 83.
2-2: Daniel Obbekjær 99.
Víkingur – B36 0-0
B68 – Skála ÍF 0-1 (0-0)
0-1: Markus Hellisdal br 76.
EB/Streymur – AB 2-0 (0-0)
1-0: Gestur Bogason Dam 49.
2-0: Marius Nielsen 80.
HB – 07 Vestur 0-0
NSÍ | 20 | 12 | 5 | 3 | 41 | 23 | 41 |
KÍ | 20 | 10 | 8 | 2 | 39 | 19 | 38 |
HB | 20 | 10 | 4 | 6 | 24 | 24 | 34 |
B36 | 20 | 9 | 7 | 4 | 30 | 23 | 34 |
Víkingur | 20 | 8 | 9 | 3 | 29 | 20 | 33 |
AB | 20 | 7 | 2 | 11 | 28 | 34 | 23 |
EB/Streymur | 20 | 5 | 5 | 10 | 25 | 32 | 20 |
Skála | 20 | 5 | 5 | 10 | 20 | 32 | 20 |
07 Vestur | 20 | 5 | 2 | 13 | 17 | 36 | 17 |
B68 | 20 | 4 | 3 | 13 | 20 | 41 | 15 |