Ongi úrslit

Eitrandi ormur skapar ótta: Fleiri enn 650 fólk á borgarafundi í Odense

Fleiri enn 650 fólk vóru á borgarafundi í Odense um ein eitrandi orm, sum hevur givið fólki skriða, útbrot og ótta.

Egeprocessionsspinderen - sum danir nú kalla "larven fra helvede".
Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Fleiri enn 650 fólk høvdu boðað frá, at tey fóru á borgarafund í Odense Congress Center fríggjadagin. Fundurin snúði seg um ein eitrandi orm, sum í løtuni ger um seg fleiri staðni í Odense, skrivar DR,

Ormveran eitur á donskum egeprocessionsspinderen, men hevur í Danmark fingið eyknevnið „larven fra helvede“. Hon kann elva til sterkar allergiskar trupulleikar, tí smá hár frá henni kunnu geva fólki skriða, útbrot og onnur eyðkenni.

Borgarar vilja hava greið svar

Á fundinum vildu fleiri borgarar serliga vita, hvussu álvarsligur heilsuvandin er, og hvørjar útlitini eru fyri at avmarka spjaðingina.

– Vit skulu hava svar um, hvussu álvarsligt hetta er, segði Lenny Madsen, sum býr í einum av raktu økjunum.

Kunnu ikki týna hana

Myndugleikarnir hava staðfest, at ormveran ikki kann týnast. Tí er málið nú at avmarka spjaðingina.

Tað hevur elvt til ónøgd millum fleiri borgarar. Eitt lokalt borgaranetverk hevur boðað frá mótmælisgongu framman fyri ráðhúsið í Odense.

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

19 tímar síðan

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17