Í løtuni verður arbeitt við at bjóða Suðuroyartunnilin út og tá ið boðini eru komin inn, skal Løgtingið taka støðu til um hann skal gerast ella ikki. Hetta verður í serflokki størsta íløga í Føroya søgu, og nógv hevur verið tosað um, hvussu hann skal fíggjast.
Tað stendur í nýggja samgonguskjalinum, at meðan bíðað verður eftir, at tilboðini til Suðuroyartunnilin koma inn, verður kannað, hvør best møguliga fígging er. Sambandsflokkurin hevur fleiri ferðir ført fram, at Suðuroyartunnilin er so dýrur, at einasti møguleikin fyri at farast kann undir hann, er at fáa eitt lán frá frá danska statinum, tí rentan má verða so lág sum gjørligt.
Beinir Johannesen sigur, at nú tey fara at kanna fíggingarmøguleikarnir eru allir møguleikar opnir, og at eitt statslán eisini ein møguleiki, vísir tað seg at verða tað bíligasta. Í einum uppritið frá løgmansskrivstovuni í 2024, verður víst á, at skal talan vera um eitt statslán, skal tað samtykkjast í Fólkatinginum.
Tey siga eisini, at vanliga lánar staturin bara til til almenn, ella hálvalmen, feløg. Men tey halda, at tað er neyvan ætlanin, at danski staturin skal eiga ein part av Suðuroyartunlinum.
Hin møguleikin er, at staturin veðheldur fyri láninum til Suðuroyartunnilin. Tað hevur Landsbankin kannað og tey siga, at eitt lán við veðhaldi frá danska statinum fer helst vera 0,5 - 1 prosent bíligari í rentu enn tey 3,5 prosentini, landsstýrið kann taka lán fyri.